Vorðið dýrari at liva í Føroyum

Harra blaðstjóri
Hýsið mær hesum reglum, so at vit áðrenn vit fara á val hyggja at hvat Tjóðveldisflokkurin hevur megnað at gera av ólukkum fyri okkum føroyingar.
Fyrst av øllum kann nevnast skúlabørnini (framtíðin) hjá Føroyum hava gingið heima upp í mánaðar, 6-7 ferðir orsakað av verkføllum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tók samráðingarrættin frá verkafeløgunum.
Tá ið viðkomandi boðaði, at feløgini ikki máttu fáa meira enn eitt vist % í lønarhækking um árið sigast kann at súrepli dettur ikki langt frá trænum ella hvat? So tjóðveldis arbeiðsmenn tit skuldu hugsa tykkum væl um nú.
Á Almanna/heilsuøkinum er standurin ikki ringur, men hann er heilt óbegríbeliga vánaligur, var til pallborðsfund hjá Heilafelagnum, tá ið tað kom fram, at fólk, sum fingu heilabløðing ella aðra sjúku og vóru óhjálpin, vildu eftir tað viðgerð, tey nú einaferð kundu fáa á hospitalinum so vóru útskrivaði og send heim, men tey fingu onga heimahjálp tí tað vóru ikki pengar til hesi fólkini. So stakkals tey, sum blíva sjúk í Føroyum, ímeðan tjóðveldismennirnir ráða. Tey koma á ein bíðilista til pengar eru til taks. Eg spurdi landstýrismannin í almannamálum um hesi fólkini ikki vóru meiri verd enn tað at vera sett á ein bíðilista, var svarið eg fekk, at tað var ein góður spurningur ? tí at landsstýrið hevði valt at prioriterað soleiðis. Tit skuldu skamma tykkum at virða landsmenn tykkara so lítið.
Eitt annað mál, sum eisini skuldi pilkast við, er rentustuðulin á sethúsalánum, hann skal setast niður/burtur, so tey sum eru hart spent fíggjarliga skulu fáa stein oman á byrðu, jú tað skal loysa seg at vera tjóðveldisfólk tillukku???
Bommtollur og sodavatnsskattur tað er nakað sum kann tryggja landinum eina seriøsa og væl gjøgnum hugsaða loysing.
Tó tað verður nokk ringt fyri tannlæknar at fáa endarnar at hanga saman, men teir skulu nokk klára at fylla okkurt í tey fíggjarligu holini hjá tjóðveldinum.
Frukt/grønmeti og mjólk skulu eisini dýrka, jú skattirnir eru nógvir og eita ymiskt ? kært barn har mange navne.
Sjónvarpsgjaldið fór eisini upp, og góðskan bleiv ikki betur, men heldur umaftur.
Samanlagt kann sigast, at hesi árini ímeðan tjóðveldissamgongan hevur sitið, er tað blivið nógv dýrari at búgva í Føroyum. Kæru landsmenn vísið tykkara ónøgd fái hesar menninar burtur frá valdinum.
Gott val.