Vóru bangin um ferðamann sum gekk í brattlendi

Bæði tyrlan og Brimil fóru at leita. Løgreglan hevur eina áheitan á fólk, sum fara í hagan

Seinnapartin í gjár ringdi ein bóndi í Kallsoynni til løgregluna, tí hann var bangin um ein ferðamann, sum var farin í hagan. Bóndin hevði sæð hann í brattlendinum vestanfyri á Kallsoynni um morgunin, men síðani hevði hann einki sæð til hann aftur. Hann sá eisini út til at hann ikki var serliga væl ílatin og tað gjørdi ikki óttan hjá bóndanum minni.

 

Løgreglan sigur, at talan var um ein føroyskan ferðamann og løgreglan sigur, at bæði vaktarskipið, Brimil, og tyrlan, vórðu send at leita. Tey leitaðu alt kvøldið, men tá ið klokkan var farin av tíggju í gjárkvøldið, gavt Brimil. Samstundis varð ringt umborð á strandfaraskipið Sam fyri at vita, um ferðamaðurin kundi verið komin umborð ár. Tey vistu, hvussu hann sá út, men umborð á Sam var hann ikki.

 

Men nakað fyri klokkan ellivu í gjárkvøldið ringdi bóndin aftur til løgregluna at fortelja, at hann hevði akkurát hitt ferðamannin aftur í Syðradali og tá var hann á veg umborð á Sam á veg til Klaksvíkar. Løgreglan sigur, at sostatt varð leitingin avblást. Men tey halda, at hyggjuráðini eru, at tá fólk siga frá tá ið tey fara í hagan - men ikki minst - at tey siga frá, tá ið tey eru afturkomin, serliga tá ið farið verður í brattlendi, sum talan var um í hesum føri.