Vóru tvær ferðir á odda men taptu at enda

Føroyska manslandsliðið tapti fyri San Marino í fyrsta dystinum í smálandakappingini

Í hesum døgum er evropeisk smálandakapping í flogbólti fyri manslandslið í høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroyar vóru fyri tapi í fyrsta dystinum móti San Marino.

 

Okkara menn vóru annars á odda bæði 1-0 og 2-1 í settum, men tað bleiv San Marino sum vann dystin 3-2 aftaná ein javnbrótara.

 

Trý tey fyrstu settini vóru rættiliga jøvn. San Marino hevði munin í fjórða og fimta setti.

 

Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar móti Skotlandi. Dysturin kann stroymast á Rás3 hjá Televarpinum.

 

Føroyar-San Marino 2-3 (25-22, 23-25, 25-21, 18-25, 8-15)