Síðan bilasølan VR-Bilar byrjaði sítt virksemi við Hoyvíksvegin fyri meira enn seks árum síðan, er fyritøkan ment nógv, og sølan er alsamt vaksandi. Vit selja umleið tríhundrað nýggjar og brúktar bilar um árið. Fleiri nýggjheitir eru veg frá bæði Renault og Chevrolet, eins og Volvo seinni fara at koma við nýggjum modellum, sigur Marni Olsen, stjóri í fyritøkuni.
VR Bilar selja persónbilar av merkjunum: Renault, Chevrolet og Volvo. Umframt virkisbygningin við Hoyvíksvegin, hava VR Bilar eisini eitt framsýningarpláss við nýggjum og brúktum bilum í grannalagnum við Staravegin.
Serliga síðan undirsjóvartunlarnir eru komnir, vitja nógv fólk til Havnar í handilsørindum leygardagar. Tí hava vit avgjørt at hava opið á bilasøluni leygardag frá kl. 10 til 14. Vit hava stórt úrval av bæði nýggjum og brúktum bilum.
Um til dømis konan er í býnum og keypir inn, er maðurin vælkomin at støkka inn á gólvið hjá okkum fyri at síggja okkara úrval av bilum ella bara til eitt bilprát, sigur Marni Olsen stjóri hjá VR Bilum.