Vrakað list – í Fuglafirði

Hetta er heitið á listaverki, sum er ein myndakollaga – samklipp, ið varð avdúkað í Fuglafirði í gjárkvøldið í sambandi við at Mentanardagarnir vórðu settir.

 

Setanin var eitt sindur annarleiðis, við tað at teir fýra borgarstjórarnir, Torbjørn Jacobsen, Jóhan Christiansen, Sonni á Horni og Jógvan Skorheim hugleiddu um landnyrðings Føroyar í góðverðinum framman fyri Mentnarhúsið, har væl av fólki var møtt.

 

Tað er Tummas Jákup Thomsen, listamaður úr Norðagøtu, sum hevur gjørt hetta listaverkið, sett er saman av hundraðtals klor-raderaðum smámyndum.

 

Listaverkið er sett á vesturveggin á tað, sum fyri mongum árum var kioskin hjá Jens Kristian Djurhuus - upp at Vørðsluni.