Fáur ungur, føroyskur fótbóltsspælari má hava upplivað so nógv uppá eitt kappingarár, sum U21 landsliðsframherjin, havnarmaðurin, Jákup Thomsen.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jákup Thomsen fortelja um upplivingarnar at gerast U19 danmarksmeistari við FC Midtjylland, umframt at spæla á útivølli ímóti FC Barcelona, og spæla javnleik 4-4 ímóti Atletico Madrid í UEFA Youth League, har hann skoraði til 3-3.
Til dagliga er Jákup Thomsen liðfelagi við finska U21 landsliðsspælaran, Daniel O'Shaughnessy, sum væntandi verður við til at manna finsku verjuna, tá U21 landsliðini hjá Føroyum og Finnlandi spæla U21 EM-undankappingardyst á Tórsvølli klokkan 18 hóskvøldið. Jákup Thomsen hevur hitt Daniel O'Shaughnessy uppi á Hotel Føroyum, og væntar, at hann kann vinna sær ein fyrimun av, at hann kennir Daniel O'Shaughnessy.
Fyri Jákup Thomsen er eitt gott úrslit ímóti Finnlandi ein eittmálssigur til Føroyar.
Tað er ókeypis atgongd til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland á Tórsvølli, og boðað verður frá góðum veðri.