Vunnu á Íslandi - eru nummar níggju í Evropa

Við einum frálíkum avriki í seinna hálvleiki eydnaðist tað føroyska U18-landsliðnum at knógva Íslandi

Mynd: HSF

Føroyar eru nummar níggju í Evropa í U18-manshondbólti. Tað er staðfest aftaná 29-27 sigurin hjá Føroyum á Íslandi í U18 EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Íslendingar royndu at mansverja Óla Mittún frá fyrsta minutti, og íslendingar komu best frá byrjan og løgdu seg framum 3-0. Okkara menn stríddu seg innaftur í dystin, og løtu seinni var javnleikur 4-4. Íslendingar løgdu seg á odda 8-6, men løtu seinni høvdu okkara menn vent tað til eina 9-8 leiðslu. Eftir hetta skoraðu íslendingar fimm mál á rað uttan, at okkara menn svaraðu aftur, og so var støðan 13-9 til Ísland. Tað eydnaðist tó at minka um munin undan hálvleikinum, so støðan var 15-13 til Ísland.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað at venda einari 17-14 leiðslu til Ísland til eina 18-17 leiðslu til Føroyar. Íslendingar javnaðu til 18-18, men eftir tað høvdu Føroyar leiðsluna. Móti dystarenda vóru Føroyar á odda 28-24, men íslendingum líkt stríddust teir til tað seinasta, og íslendingar komu heilt upp á 27-28, men so traðkaði Óli MIttún í karakter og sendi bóltin í netið til úrslitið 29-27, og so var "búið" sum tey siga í Íslandi.

 

Aleksandar Lacok stóð aftur framúr í málinum, serliga í seinna hálvleiki. Rókur Ziskason gjørdi tað framúr við at skjóta sjey mál í dag, og hann var eisini valdur at vera tann besti føroyski leikarin.

 

Óli Mittún skoraði 11 mál í dag, og hann endar ovast á toppskoraralistanum við heili 80 málum. Til EM-endaspælið fyri U20-landslið skoraði Óli 28 mál, so hann hevur skotið 108 EM-mál fyri Føroyar í summar.

 

Miðlahúsið ynskir U18-landsliðnum hjartaliga tillukku við bragdinum.

 

U18-landsliðið gjørdi tað eitt betri enn U20-landsliðið, ið endaði sum nummar 10 til U20 EM-endaspælið. 

 

Ísland-Føroyar 27-29 (15-13) 

 

Ísland : Elmar Erlingsson 7, Kjartan Juliusson 4, Andri Elisson 4

 

Føroyar : Óli Mittún 11, Rókur Ziskason 7, Ísak Vedelsbøl 3, Niklas Gaard 3, Búi Poulsen 2, Rói Hjaltason 1, Høgni Heinason 1, Marcus Bramsen 1.

 

 

 

Mynd: HSF