Wenger óttast fleiri yvirgangsálop

Høvuðsvenjarin hjá Arsenal stúrir fyri, at fleiri álop fara at koma ímóti leikvøllum kring heimin

Høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, sum er fraklendingur er stúrin fyri gongdini nú fótbólturin og leikvøllir eisini verða raktir av islamistiska yvirganginum.

 

Sambært enska blaðnum "Daily Mail" sigur Arsene Wenger, at hann stúrir fyri, at tað verða nógv fleiri fótbóltsdystir, sum fara at verða raktir av yvirgangi framyvir.  Fríggjakvøldið sprongdu tríggir sjálvmorðsbumbumenn seg sjálvar í luftina uttan fyri Stadé de France leikvøllin í París: - Tað tykist ikki, sum um hetta er tað seinasta álopið. So trygdin verður framvegis ein stórur spurningur, sigur Arsene Wenger sambært Daily Mail. 

 

Tann eini sjálvmorðsbumbumaðurin hevði atgongumerki til dystin millum Frakland og Týskland á Stadé de France, og royndi at sleppa inn á leikvøllin. Arsenal spælararnir, Laurent Koscielny og Olivier Giroud vóru báðir á vøllinum, tá spreingingin hendi uttanfyri leikvøllin, og serliga Laurent Koscielny hevur verið skelkaður um hendingina. Óvist er um Laurent Koscielny sær seg føran fyri at spæla hetta vikuskiftið.

 

Sjálvur var Arsene Wenger staddur í París fríggjakvøldið: - Eg var ikki staddur langt frá har, sum ræðuligu hendingarnar fóru fram. Tað er ein stórur skelkur at uppdaga hvussu nógv tínir egnu íbúgvar kunnu hata teg, sigur Arsene Wenger, og sipar til islamistisku yvirgangsmennirnar, sum eru vaksnir upp í Fraklandi.