Arsenal hevur ongar ætlanir um at skifta venjara. Sitandi venjarin, Arsene Wenger, hevur sáttmála til mei komandi ár, og felagið vil fegið bjóða honum nýggjan sáttmála.
- Hann hevur sáttmála eitt ár fram, og vit vóna, at hann verður enn longri. Vit eru ikki farnir undir samráðingar enn, men tað verður í næstum, sigur nevndarformaðurin í felagnum, Peter Hill-Wood.
Hann lovar samstundis, at Wenger skal fáa pening til keyp av nýggjum leikarum, sum Wenger sigur vera neyðugt, um felagið skal røkka ovastu rók.