Wenger: Teir næstu 10 dagarnir verða avgerandi

Arsenal skal møta Liverpool tríggjar ferðir innan 10 dagar Arsenal-venjarin, Arsene Wenger heldur, at teir næstu 10 dagarnir verða ógvuliga avgerandi fyri kappingarárið hjá Arsenal. Hesar dagarnar tørna Arsenal og Liverpool saman heilar tríggjar ferðir. Talan verður um úti- og heimadyst í Champions League fjórðingsfinaluni, og um heimadyst í Premier League. ?Hesir 10 dagarnir verða avgerandi fyri kappingarár okkara, hetta verður ein stór avbjóðing fyri meg. Eg trúgvi veruliga uppá, at vit eru væl við í kappingini, bæði í Champions League og Premier League.? Wenger er fegin um viljan liðið vísti ímóti Bolton: ?Tá tú ert aftanfyri við tveimum málum, og tú ikki hevur vunnið í fimm dystum, og tá tú biður liðið vinna dystin, so mugu teir hava eina serstaka trúgv, og eina mentala styrki til at fremja hetta í verki. Tá lærdi eg, at tá vit hava ryggin ímóti múrinum, so hava leikarnir eina ótrúliga megi.?