WHO ivast í um koppseting megnar at basa koronu

Heimsheilsustovnurin er dapurskygdur um, hvørt koppingarevnini fara at megna at sleppa okkum av við koronu, tá nýggj frábrigdi oyðileggja málið um floksverju.

 

 

 

Í mai mánaði segði Heimsheilsustovnurin WHO, at farsóttin fór at verða av, tá í minsta lagi 70 prosent av fólkinum eru koppsett.

 

Tá stovnurin í dag verður spurdur, um talið 70 prosent framvegis er málið - ella um tað verður neyðugt, at enn fleiri verða koppsett - ásannar Evropa-leiðarin í WHO, Hans Kluge, at støðan er broytt. 

 

Orsøkin er nýggju frábrigdini av koronu sum eitt nú delta-frábrigdið.

 

- Eg trúgvi, at vit eru komin har til, at málið við koppsetingini í fyrsta lagi er at fyribyrgja álvarsligari sjúku og deyðiligheit, sigur hann og samanber gongdina við koronu við krímvirus.

 

Og Hans Kluge legði aftrat:

 

- Um tað nú verður soleiðis, at covid-19 heldur fram at mutera og vera her hjá okkum á sama hátt sum krím, noyðast vit at tillaga strategiina stigvíst og savna dýrabaran kunnleika um virknaðin av ymiskum koppingarevnum, segði hann sambært tíðindastovuni NTB.