WHY DOES IT ALWAYS RAIN ON ME!!!

Soleiðis man mangan føroyingur hava hugsað gjøgnum ár og dag, men í kvøld var tað skotsku Travis, sum sungu strofina yvir ein hálvfullan gøtusand (hin helvtin var undir í vatni).

 

Í oysandi regni leveraðu Travis eina frálíka framførslu. Hóast hálvur gøtusandur var undir í regni, forðaði tað ikki fólki at tirpast framman fyri pallin.

 

"Tað hevur regnað av tónlistarligum dýrgripum," segði Arni Zachariassen, frásøgumaður, eftir konsertina, og munnu tað vera fá, ið ikki eru samd í tí.

 

Í hálvan annan tíma spældu Travis øll teirra kendastu løg so sum 'My Eyes', 'Sing', 'Closer', 'Driftwood' og 'Flowers in the Window. Lív kom veruligt í fjøldina, tá Travis sang eykalagið 'Why Does it Always Rain on Me'. Møguliga, tí allir festivalgestirnir kendu seg so serstakliga væl aftur í tekstinum.