Wilbek gjørdi tað aftur

Danmark bukaði Frakland av í dystinum um bronsuheiðursmerkini í HM-endaspælinum, og sostatt endaði Danmark millum trý tey ovastu fyri fyrstu ferð í 40 ár

HONDBÓLTUR

Seinast Danmark skuldi spæla um heiðursmerki í einum HM-endaspæli var fyri 25 árum síðani, í 1982, tá teir taptu dystin um triðja plássið ímóti Póllandi. So vit skulu heili 40 ár aftur í tíðina, fyri at finna seinasta heiðursmerki hjá dønum í HM-høpi. Ta ferðina vunnu teir silvurheiðursmerki, eftir at teir taptu finaluna ímóti táverandi Tjekkoslovakia.
Í vikuskiftinum fekk Danmark so ein møguleika at vinna heiðursmerki í HM fyri fyrstu ferð í 40 ár, tá teir møttu Fraklandi í bronsudystinum.

Danmark rann Frakland um koll
Tað var eisini týðiligt frá byrjan av, at donsku leikararnir vildu hava hatta heiðursmerki, sum Danmark ikki hevði fingið tey síðstu 40 árini.
Fyrstu løtuna gekk javnt á, men so tók Danmark dik á seg. Frá at vera frammanfyri 4-3 eftir góðar fimm minuttir, øktu danir um leiðsluna næstu løtuna. Við kontantum verjuspæli og einum Kasper Hvidt í heimsflokki megnaði Danmark at halda Fraklandi frá fatinum í teirra álopi, og so kundu donsku leikararnir bara økja meir og meir um leiðslun. Við nøkrum sera góðum og skørpum mótálopum frá serliga Lars Christiansen fór Danmark frá 4-3 uppá 11-4 uppá smáar 10 minuttir, og nú sá ikki gott út hjá franskmonnum.
Eftir knappar 15 minuttir mátti ein av mest eyðsýndu leikarunum hjá Danmark henda dagin, Lars Møller Madsen, fara av vøllinum við einum skaða, men hetta vísti seg tó ikki at bila. Aðrir komu á vøllin og tóku ábyrgd, og næstu løtuna helt Danmark fast um sjey mála leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær.
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki kom Frakland eitt sindur betri við í dystin, og serliga Jerome Fernandez, sum kom inn á høgra bakk, gav dønum ymsar trupulleikar. Tá liðini fóru til hálvleiks, vóru tó enn heili seks mál á muni, og hetta mátti sigast at síggja sera gott út hjá dønum.

Útvísingar kundu kostað
Í seinna hálvleiki gekk javnt á fyrstu løtuna, men nú tóktist Frakland vera nógv betri fyri. Teir spældu skjótan og góðan álopshondbólt, og hevði tað ikki verið fyri ein stórspælandi Kasper Hvidt í málinum, so er als ikki óhugsandi, at Frakland kundi komið rættiliga tætt eftir fyrstu 10 minuttirnar.
Hvidt bjargaði tó í fleiri umførum frá fríum franskmonnum, so tá ið knappir 10 minuttir vóru farni, førdi Danmark enn við seks málum, men so kom gongd á Frakland.
Næstu løtuna bleiv Danmark rakt av tveimum býttum útvísing upp í slag, og hesa løtuna gjørdi Frakland sær dælt av. Teir vunnu 3-0, og so vísti talvan brádliga 24-21, og nú var Frakland við at koma inna aftur í dystin.
Hetta var tó tað nærmasta, sum Frakland kom einum sigri. Ulrik Wilbek valdi at spæla við tveimum strikuspælarum síðsta korterið, og hetta gav úrslit. Danska leiðslan bleiv nú aftur bara størri og størri, og tá 10 minuttir restaðu, var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Nú høvdu fransarnir givið upp, og í síðstu álopunum slapp Jesper Nøddesbo at seta punktum. Danmark vann við sjey málum, og fyri fyrstu ferð í 40 ár kundu danir erpa sær av at hava vunnið heiðursmerki i manshondbólti.
Fyri Ulrik Wilbek er hetta tó ikki ókent. Hann hevur enn ikki roynt at verið landsliðsvenjari í einum endaspæli, og ikki enda ímillum trý tey ovastu. Wilbek megnaði enn einaferð at føra eitt danskt landslið fram í oddin, og eftir sigurin í dag má sigast, at danir virkiliga høvdu fortjent bronsuheiðursmerkini.