John McNaugton hevur gjørt Wild Things, sum er ein nútíðar thrillari, ið spinnur eitt fínt net av sviki út millum fleiri samansvorin. Í Wild Things kemur sannleikin um, hvør er samsvorin hvørjum ikki fram fyrr enn til endan.
Kelly Van Ryan (Denise Richards) er ein eggjandi vakurleiki úr yvirklassanum í Blue Bay, føst í trúnni um, at hon hevur rætt til tað, hon vil hava, líðir av meira enn framviðfarandi skúlagentuforelskilsi í sínum sexuta lestrarvegleiðara á Blue Bay Highschool, Sam Lombardo (Matt Dillon). Eftir at hon og vinkonan hava vaska jeepin hjá Sam sum liður í eini innsavnan á skúlanum, snýkir Kelly seg inn í húsið hjá Sam og luftar sínum forførandi smíli og síni ógvuliga vátu T-Shirts.
Dagin eftir fer hon til - grátandi til mammu sína - ísakalda familjuhøvdið Sandra Van Ryan (Theresa Russel), sum hevur ein notoriska brúka-og-tveit-burt-veikleika fyri ungum monnum, at Sam neyðtók hana. Nakrar dagar seinni trínur fram Suzie Toller (Neve Campbell), ein sosialur tapari, sum hungrar eftir privilegium og hevnd, fram og pástendur, at Sam fyrr eisini hevur neyðtikið hana. Groggy av øllum hesum ákærum setur hann seg í samband við Ken Bowden (Bill Murray), tann einasti advokaturin, hann kann finna, sum torur at nerta hesa eftir øllum at døma klokkukláru søk, har ein veikur er settur upp í móti samfelagsstuðlunum í Blue Bay.
Stutt eftir hevur skandalan sínar fongarmar vavdar runt allar krókar í Blue Bay, frá advokatum og stamgestinum í sigliklubbanum, sum er sera væl fyri, Tom Baxter (Robert Wagner), hvørs dóttir Barbara er flamman hjá Sam júst nú, til Ruby (Carrie Snodgress), sum eigur lokalu buluna, Smilin?, hvørs attraktión er sonur Ruby, alligatorbrótarin, Walter.
Søgan mennist meðan kriminalløgreglumanninum Ray Duquette (Kevin Bacon) og Gloria Perez? (Daphne Rubin-Vega) líta varisliga at. Tey avsløra eina samansvørjing, ið er hoyrir heima á forsíðuni í Sosialinum.
Loynidómarnir vaksa, og søgan mennist til eina ferliga og óndsinnaða labyringt, fulla av sjokerandi vendingum og yvirraskilsum. Tað eru fleiri snýt í søguni, enn tað eru alligatorar í sumpinum í Florida. Einki er heilagt í Blue Bay, har glamurøsi lívsstílurin í yvirklassanum og rættvísa politiið er eitt tunt lag av fernis yvir einum bizarum netverki av sanleika og ímyndan?
Men minnist til!!!! Verið sitandi undir endatekstinum. Annars missa tit endapoengið við filminum!
MONEY TALKS
So shut up and listen!
Hin filmurin, sum verður á skránni í Havnar Bio í kvøld er Money Talks. Talan er um eina aktion komediu, har Charlie Sheen og Chris Tucker seta hendingarnar í gongd við fullari ferð. Her verður logið og runnið, givið og tikið, skotið og bumbað. Instruerað hevur Brett Ratner - og hetta er debut ansara.