Oljufelagið BP er um at rigga av úti á Williamfeltinum á føroyska landgrunninum. Hetta veit Sosialurin frá vælvitandi keldum. Sambart teimum er eisini ivasamt, um BP hevur fingið nakað burtur úr boringini. Óvissa er um, um BP í heila tikið hevur rakt við kolvetni, um komið er í gjøgnum alt basaltið og loksins, hvussu djúpt borurin er komin niður.
Hvørki Petur Joensen frá Jarðfeingi ella Hjarnar Djurhuus frá BP vilja siga nakað ítøkiligt í løtuni, tó at tað liggur í luftini, at almenningurin fer at verða kunnaður um hesa megastóru boriverkætlanina innan nakrar fáar dagar.
BP hevur borað síðani 22. oktober, men í nærum allan vetur hevur arbeiðið verið tarnað
av teimum afturvendandi ódnunum. Tá man er noyddur at steðga boring vegna ringt veður gongur altíð rúm tíð, áðrenn borurin verður settur í gongd aftur, og tí kunnu vit bara gita, hvussu nógvar dagar hesar góðu fimm mánaðirnar tað ikki hevur verið borandi.
BP hevði sett út í kortið eina boriskrá at bora heilt niður á 4750 metrar. Spurningurin er, hvussu avtalan millum BP og Jarðfeingi sær út. Er t.d. avtala gjørd millum BP og Jarðfeingi um, at BP kann gevast, tá so og so nógvir dagar eru farnir ella skal borast á eitt ávíst dýpi? Vanliga mannagongdin i undanfarnu boringunum á føroyska landgrunninum hevur verið, at fyristøðufelagið bindur seg til at bora niður á eitt ávíst dýpi.
Um so er, at BP vegna vánaliga veðrið er langt frá ætlaða málinum á nærum 5000 metra dýpi og hevur brúkt so langa tíð, nú hevur gjørt av at gevast kanska á 3500 til 4000 metra dýpi, so verður hetta eitt vónbrot fyri onnur oljufeløg, sum skulu til at bora seinni og sum hava sæð fram til at keypa upplýsingar frá BP um løgini og jarðfrøðina har niðri í dýpinum. Hetta eru tó alt gitingar og metingar og skulu tí takast við størsta fyrivarni.
Undan boringini metti BP, at hon fór at taka 3 til 4 mánaðir og at kosta einar 350 mill. Kr. Nú hevur boringin tikið góðar 5 mánaðir, og kostnaðurin man fara at liggja nærri teirri hálvu milliardini, tá avtornar.