Wisla Plock er bert eitt stig frá oddinum

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock leiktu javnt á útivølli

Andrias Edmundsson var við frá dystarbyrjan, tá Wisla Plock í kvøld spældi dyst á útivølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Pruszkow.

 

Wisla Plock kundi við sigri fara eitt stig framum Termalica, og harvið leggja seg á odda í deildini. 

 

Tað eydnaðist tíverri ikki. Dysturin millum Pruszkow og Wisla Plock endaði við javnleiki 2-2. Pruszkow var á odda 1-0 í steðginum. Tá átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði Oskar Tomczyk fyri Wisla Plock. 10 minuttir seinni legði heimaliðið seg aftur á odda. Tá 78 minuttir vóru leiktir syrgdi spanski, Jorge Jimenez fyri, at Wisla Plock fekk eitt stig við sær frá dystinum.

 

Wisla Plock er næstfremst í deildini við 28 stigum, einum stigi færri enn oddaliðið, Termalica sum hevur 29 stig.

 

Sunnudagin 27. oktober hevur Wisla Plock heimadyst móti Wisla Krakow.