Wisla Plock reyk út úr steypakappingini

Wisla Plock kann nú hugsavna seg um næstbestu pólsku fótbóltsdeildina

Andrias Edmundsson var aftur við frá byrjan hjá Wisla Plock aftaná leikbannið í farnu viku, tá Wisla Plock á heimavølli spældi dyst í pólsku steypakappingini.

 

Wisla Plock, ið er næstfremst í næstbestu pólsku deildini tók móti Warta Poznan, ið er fjórðaftast í deildini.

 

Wisla Plock var stórur favorittur undan dystinum, men tað gekk als ikki eftir vild hjá Andriasi og liðfeløgunum. Warta Poznan vann dystin 1-0 upp á eitt sjálvmál, ið var skotið í 59. minutti. Fleiri mál komu ikki, og sostatt er Wisla Plock úti av steypakappingini.

 

Andrias og liðfelagarnir kunnu nú hugsavna seg burturav at vinna uppflyting til bestu deildina.

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti LKS Lodz.