World Ocean Day - alheims havdagur

Í dag, 8. juni, er World Ocean Day - alheims havdagur. Kring heimin eru tiltøk til tess at varpa ljós á týdninginum av havinum, eins og ta ábyrgd vit hava at umsita havið og tilfeingið á skynsaman hátt. Hjallurin er jú í sjónum og vitan um havið er umráðandi. Men enn er nógv, vit ikki vita um havið kring Føroyar, og sjógvin ímillum oyggjarnar, og enn er nógv spennandi eftir at fáa greiðu á.

 

Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Fiskaaling er at framleiða og savna inn vitan. Fyrr í ár, tá harðasti streymur var, stevndi Andrias Reinert, granskingarfarið á Fiskaaling, við manning í Tangafjørð at kanna hvussu rákið har broytist ígjøgnum eitt sjóvarfall. Streymmátarin umborð varð tendraður og síðani varð siglt av Hvítanesi ímóti Eystnesi. Leiðin varð endurtikin hvønn tíma, 11 ferðir, og frá mátingunum síggja vit nú hvussu rákið broytist hetta tíðarskeiðið. Upprunaliga ætlanin var at gera 13 mátingar fyri at koma heilt runt sjóvarfallið, men eitt tekniskt brek forðaði fyri hesi ætlan.

 

Úrslitini er spennandi og myndirnar vísa hvussu økini har rákið er norðureftir og suðureftir flyta seg ígjøgnum sjóvarfallið.

 

Hevur ein áhuga í hesum, so er at hyggja her: World Ocean Day - alheims havdagur (fiskaaling.fo)