WTO gjørdi munin

Atli Dam, fyrrverandi løgmaður, heldur at tað var limaskapurin í altjóða handilssambandinum, WTO, ið gjørdi, at nýggi handilssáttmálin við ES gjørdist so góður.

Atli Dam er tann maðurin, ið longst hevur verið løgmaður í Føroyum, og hevur hann mangan roynt at fáa góðar avtalur í lag, føroysku fiskivinnuni at gagni. Tískil hava vit spurt hann, hví fríhandilsavtalan við ES ikki er komin í lag fyrr enn nú og hvønn búskaparligan týdning hann heldur hana hava fyri føroyska samfelagið?

Atli Dam svarar, at hann heldur, at ES hevur innsæð, at limaskapurin hjá báðum londunum í altjóða handilsfelagskapinum, WTO, forðar ES at gera mismun millum lond í hesum felagskapi. Hann leggur afturat, at tann fyrsta handilsavtalan við ES varð gjørd á tí grundarlagi, at um Føroyar seinni kundu prógva at kvoturnar vóru ov trongar, var møguleiki fyri at fáa tær hækkaðar. -Vóru vit ikki vísir í, at tann gamla avtalan kundi mýkjast seinni, høvdu vit als ikki skrivað undir, sigur hann.


Laksurin

Atli Dam sigur, at sjálvt um nýggja avtalan inniber, at føroyingar nú frítt kunnu útflyta laks til ES, hevur eisini eftir gomlu avtaluni verið møguleiki at útflyta laks. Hann sigur, at av ymiskum sløgum av laksaúrdráttum, kundu góð 8.000 tons útflytast tollfrítt. -Tað stóð eitt annað minni tonsatal í avtaluni, men um laksurin var viðgjørdur á ymiskar hættir, so bar til at útflyta góð 8.000 tons, sigur Atli Dam

-Fór útflutningurin av laksi upp um hesi 8.000 tonsini, var tollurin 2 prosent, og hildu vit ikki hetta talið vera so stórt, at avtalan ikki kundi fáast í lag. Sum støðan var tá, varð mett, at tað var sera átrokandi at fáa í lag eina avtalu.


Rækjurnar

Atli Dam metir, at talan er um eina góða avtalu og vísir á, at tað einasta, ið enn væntast at fáa góða avtalu í lag um, eru tær pilkaðu rækjurnar. -Eg rokni tó við, at tað fer at bera til at mýkja ES, so at ein góð avtala fæst á hesum øki, sigur hann.


Samfelagsbúskapurin

Spurdur, hvørja ávirkan nýggja avtalan kemur at hava á samfelagsbúskapin í Føroyum, svarar Atli Dam, at hann heldur tað vera ógvuliga torført at seta tøl á hesa ávirkan. Hann grundgevur hetta svar sítt við at siga, at føroyingar als ikki hava gagnnýtt kvotuloftini, og at vit tískil ikki hava havt teir heilt stóru vansarnir við gomlu avtaluni. Men hann heldur, at um vit gagnnýta hesa avtaluna til fulnar, er góður møguleiki fyri, at hon kann koma at hava samfelagsbúskaparligan týdning fyri Føroyar.