Tá fyritøkur seta sær fyri at satsa upp á eina heimasíðu, er umráðandi at gera tað við fullum huga - ella als ikki.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur valt tað fyrra við síni heimasíðu, sum í stóran mun nøktar allan tørv, ein vanligur tryggingartakari kann hava, tá hann umvegis internetið vil hava fatur í tryggingini.
Sum heild eru tað nakrir táttir, ið eru afturvendandi á øllum framkomnum heimasíðum hjá tryggingarfeløgum, og tann hjá Tryggingarfelagnum Føroyar lýkur væl og virðiliga allar hesar tættir.
Tað ber til at rokna prís, bíleggja tilboð, fáa kunning um produktið og útfylla skaðafráboðan til mest vanligu skaðarnar. Harumframt hevur síðan aðra kunning og aðrar hentleikar, ið fáa tað veruliga at loysa seg hjá tryggingartakarum at klikka seg inn á www.trygging.fo.
Allir kundar hava fingið eitt kundanummar og loyniorð frá tryggingini. Við hesum letur internetið beinanvegin upp fyri øllum teim persónligu møguleikunum á heimasíðuni, har ein kann síggja sínar tryggingar og nógv annað.
Uppliving av øktari tænastu
- Tá vit skuldu leggja heimasíðuna til rættis, settu vit okkum fyri at fáa eina góða og nøktandi síðu, ið livdi upp til tað, ið krevjast kundi av okkum - og eitt sindur aftrat, sigur Jónsvein Simonsen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.
- Úrslitið er, at vit kunnu brúka internetið sum eitt týðandi amboð í gerandisdegnum. Hetta gagnar samstarvinum millum okkum og kundarnar, ið kunnu fáa eina einfalda, skjóta og greiða viðgerð í hvørjum einstøkum føri.
Tryggingin gjørdi eina marknaðarkanning, ið vísti, at kundarnir ynsktu at fáa fleiri sjálvavgreiðslumøguleikar á internetinum, og út frá hesum var so dentur lagdur á at fáa heimasíðuna funktionella og lætta.
Millum fyrimunirnar er so eisini, at starvsfólkini fáa betri stundir til meira virðisskapandi uppgávur, av tí at minni tíð fer til rutinuuppgávur, ið nú kunnu avgreiðast á heimasíðuni.
- Fyri okkum hevur tað samstundis nógv at siga, at heimasíðan gevur kundunum eina uppliving av øktari tænastu, av tí at vit við heimasíðuni fáa avgreitt nógv mál munandi skjótari, sigur Jónsvein Simonsen.
- Við einari góðari heimasíðu, ið hevur stórt nyttuvirði, fáa vit eisini styrkt um fatanina av okkum sum tryggingarfelagið, ið gevur kundunum ein tryggleika. Og tá vit kunnu borðreiða við einari nýggjari heimasíðu við spennandi møguleikum og hentleikum, styrkir tað eisini um myndina av okkum sum eitt tryggingarfelag, ið appelerar til tey yngru.
Jónsvein sigur, at ætlanin er ikki at steðga her, tí arbeitt verður alla somlu tíðina við at menna og betra heimasíðuna.
- Tað næsta hjá okkum verður at styrkja um tænastuna, tá talan er um tryggingar til vinnulívið og sjólívið, umframt at fólk kunnu síggja kontoavrit á síðuni, sigur hann.
- Alla tíðina eru nýggjar avbjóðingar og nýggjar tænastur, vit kanna gjøllari, so vit framhaldandi kunnu hava eina góða heimasíðu.
Hava satsað rætt
Royndirnar higartil við bilfíggingini hava víst, at heimasíðan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er sera væl móttikin av bæði bilkundum og bilasølunum, sum vegna kundarnar avgreiða bilfígging, biltrygging og annað um eina leið á www.trygging.fo, tá onkur kemur at keypa bil.
- Bileigarar kunnu fáa avgreitt bilkeyp, bilfígging og trygging samstundis. Bara tað gevur eina skjóta avgreiðslu, ið ger tað lættari at fáa eitt bilkeyp avgreitt, enn tað var frammanundan, sigur Jónsvein Simonsen.
- Hetta er alt grunda á einfaldni, so talan er um einfaldar lánitreytir og bíligastu fígging, umframt einfalda tekning av trygging. Lættari fær tað ikki verið - enntá fyri allar partar.
Eisini bilasølurnar, ið umsita alt hetta úti hjá sær sjálvum, kunnu á lættan hátt bjóða sínum kundum ein samlaðan pakka. Vegna kundan kunnu sølumenninir á bilasølunum um heimasíðuna søkja um bilfígging og tekna trygging.
Jónsvein Simonsen sigur, at Tryggingarfelagið Føroyar eisini hevur fingið góðar afturmeldingar frá sínum kundum, ið eru sera fegnir um nýggju møguleikarnar og styrktu tænastuna við heimasíðuni.
- Og so eru tað eisini okkara egnu starvsfólk, ið eru fegin um teir lættar, heimasíðan hevur skapt í gerandisdegnum. Vit hava sjálvandi satsa við heimasíðuni, men higartil hevur alt peikað á, at vit eisini hava satsað rætt, sigur hann.