Ein av teimu trimum dómarunum í donsku X-Factor kappingini vitjar um vikuskiftið í Føroyum.
Talan er um 35 ára gomlu Ida Corr, sum bleiv heimskend við lagnum Let Me Think About It, sum Fedde Le Grand gjørdi eitt remix av í 2007. Sangurin hjá danska sangfuglinum lá leingi nummar eitt á hittlistum í eitt nú USA, Bretlandi og Danmark.
Í 2009 gav Ida Corr út sína sættu fløgu, sum fekk heitið Under The Sun. Á fløguni er millum annað sangurin Under The Sun, sum Ida Corr syngur saman við Shagy.
Árið eftir var hon saman við Camille Jones og Johnson at hoyra á staklagnum hjá Kato, sum eitur Sjus.
Í fjør gav hon út fløguna Musen efter katten, sum er tann fyrsta fløgan frá henni á donskum.
Leygarkvøldið fer Ida Corr at hava framførslu á dansistaðnum Rex í Tórshavn.