Hóast Isabella og Simone úr X-Factor bólkinum Tandberg & Østenby hava stríðst øgiligt fyri at fáa teirra tónleik at rigga, so sær tað út til, at tær vera sendar til hús í kvøld.
Lesararnir hjá BT hava atkvøtt, og dómurin er, at Tandberg & Østenby allarhelst vera sendar til hús í kvøld.
527 fólk hava atkvøtt, og tey eru rættiliga samd í, at Tandberg & Østenby vera sendar út. Heili 61 prosent at fólkunum vænta hetta.
Bólkarnir hava havt tað trupult frá byrjan, og veddingarfyritøkurnar vænta eisini, at tær báðar eisini vera sendar til hús í kvøld. Eisini meta lesararnir hjá bt.dk, at Line endar í vandabólkinum saman við duettini hjá Blachman.
Ida og Morten Benjamin eru framvegis tey best umtóktu. Haraftrat eru Nicoline Simone & Jean Michel væl umtókt millum lesararnar hjá bt.dk.
X-Factor byrjaði kl. 19.00 á DR1.