X-Factor: Olvheðin gjørdist ov stuttur

Einasti føroyingurin í donsku tónleikakappingini X-Factor í ár er nú úti av kappingini.

Í kvøld sóu vit 32 ára gamla Olvheðin Jacobsen royna seg til stólakappingina "Six Chair Challenge" í X-Factor hjá TV 2. 

 

Hann sang sangin "Sky Full Of Stars" hjá Coldplay", og tað gekk sum so sera væl, og hann bleiv róstur fyri sína framførslu. Eitt nú fekk hann at vita, at hann ljóðaði til at vera sera professionellur.

 

Men tað var tó ikki nokk til at sleppa víðari.

 

Hann fekk fyrst ein stól, men misti stólin aftur til ein annan luttakara, Henrik Hedelund, og harvið var X-Factor ævintýrið hjá føroyinginum liðugt.

 

Sást tú ikki hansara framførslu, ber til at síggja hana her:

 

##med2##