Xi Jinping og Vladimir Putin hava tosað saman í dag

Kina hevur ikki viljað fordømt russisku innrásini í Ukraina

Reuters veit í dag at siga, at kinesiski og russiski forsetin, Xi Jinping og Vladimir Putin, hava tosað saman í telefon í dag.

 

Tíðindastovan endurgevur kinesisku tíðindastovuna, CCTV og Kreml, fyri at bera hesi tíðindi.

 

AFP veit eisini at siga, at Xi Jinping í samrøðuni segði, at Kina og Russland eru "rættiligir vinir" sum "stuðla hvørjum øðrum".

 

Kinesiski forsetin vísti til søguna, sum sigur, at Kina og Russland eru góðir grannar, sum ikki kunnu skiljast sundur.

 

- Londini eru rættiligir vinir, sum deila viðgongd og mótgongd, stuðla hvørjum øðrum og røkka felags menning, segði Xi Jinping sambært AFP.

 

Telefonsamrøðan teirra millum hevur verið á 3-áradegnum fyri russisku innrásini í Ukraina, sum er í dag, hin 24. februar.

 

Við uppí søguna hoyrir, at Kina ikki hevur viljað fordømt russisku innrásini í Ukraina.