Ydun tapti fyri toppliði á útivølli

Marianna G. Eystberg, Brynhild Pálsdóttir og liðfelagarnir taptu í Aarhus

Mynd: BK Ydun

Marianna G. Eystberg (myndin), Brynhild Pálsdóttir og liðfelagarnir í BK Ydun spældu í kvøld dyst á útivølli í Aarhus móti AGF í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Aftaná tríggjar sigrar á rað gekk tað ikki longur hjá Ydun, ið tapti 21-27 fyri AGF, ið var á odda 12-9 í steðginum.

 

Brynhild skoraði tvey mál og Marianna skoraði eitt mál.

 

Ydun er nummar átta í deildini við 12 stigum.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Vár og Lív Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax dyst á útivølli móti Rødovre. 

 

Mynd: BK Ydun