Manningin í tónleikabólkinum Yggdrasil ger seg aftur til reiðar at fara út í heim, sum so mangan áður.
Eftir væl eydnaðar ferðir í 2003 í Noreg, Danmark, Álandi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, USA, Eysturríki og Týsklandi og í ár í USA og Hawaii, ger bólkurin seg til reiðar til enn eina ferð.
Skráin fyri november sær soleiðis út: 10. og 11. nov., Warsava, Póland, 12. nov., Slagelse, Danmark, 13. nov., Flensburg, Týskland, 14. nov., Groningen, Holland, 15. og 16. nov., Vilnius, Litava, 17. nov., Kaunas, Litava, 18. nov., Vilnius, Litava, 19. nov., Tubingen, Týskland, 20. nov., Rorschach, Sveis.
Manningin hesaferð er Kári Sverrison, sang, Anders Hagberg, floyta og saxofon, Heðin Ziska Davidsen, guitar, Kristian Blak, piano, Mikael Blak, bass og Brandur Jacobsen, trummur.