Vestmanna kommuna hevur sent uppskot til almenna hoyring um flyting av minnisvarða í bygdini, og freistin at gera viðmerkingar til málið er hin 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til kommununa.
Tað var í november í 2019, at kirkjuráðið í Vestmanna sendi kommununi fyrispurning um at taka støðu til uppskot um at flyta minnisvarðan. Í 2005 viðgjørdi bygdarráðið líknandi uppskot, men tá fekk uppskotið ikki undirtøku.
Vestmanna Bygdarráð samtykti at hava borgarafund um fyrispurningin, og almennur borgarafundur var hin 2. juni. Á fundinum vóru ymiskar meiningar um, hvørt tað er rætt at flyta minnisvarðan ella ikki.
Góðar grundgevingar vóru bæði fyri og ímóti at flyta.
Í einum skrivi sigur kirkjuráðið í Vestmanna soleiðis:
- Í ferðavinnuhøpi kundi minnisvarðin komið til sín rætt, nú stór ferðamannaskip vitja, og hópur av ferðafólkum verða víst runt í bygdini, um minnisvarði stóð niðri við sjóvarmálan og var meira sjónligur og lættari atkomiligur.
##med2##
Kirkjuráðið sigur, at í øðrum londum vísa tey fram minnisvarðar yvir falnar hermenn og krígshetjur. Okkara falnu hetjur eru tey nøvn, sum skuldu staðið við minnisvarðan.
- Vit mæla tí til, at minnisvarðin verður fluttur oman í fjøruna, og at økið verður fríðkað sambært uppskotinum hjá Eyðuni Eliasen, arkitekti, sigur kirkjuráðið.
Á borgarafundinum hin 2. juni hevði Eyðun Eliasen framløgu um uppskotið, ið er ment saman við kirkjuráðnum í Vestmanna, og framløgan hjá arkitektinum kann síggjast um heimasíðuna www.vestmanna.fo