Leygardagin verður fyrsta steypakappingin fyri yngru deildirnar í flogbólti.
Vanliga eru tríggjar slíkar kappingar um árið, og teirri fyrstu skipar Fleyr fyri leygardagin.
Hugurin at vera við til hesa kappingina er sera stórur, tí ikki færri enn 79 lið hava teknað luttøku.
Kappast verður í bólkunum 9 ár, 12 ár, 14 ár, 16 ár og unglingar bæði fyri gentur og dreingir.
Sum nevnt, so hava ikki færri enn 79 lið boðað frá luttøku, tey eru býtt soleiðis, at 31 teirra eru dreingjalið, meðan 48 gentulið hava meldað til.
Nýggju reglarnir í brúki
Kappingin, sum verður leikt í teimum ymsu fimleikar- og ítróttarhallunum í Havn, verður spæld samsvarandi teimum nýggju spælireglunum.
Kortini verður ikki spældur ein »heilur« dystur, tí tað tekur ov langa tíð, men í staðin verða leikt tvey sett.
Spælt verður upp til 21 til 2 stig eru muni. Stendur á jøvnum tá hesi bæði settini eru leikt verður dysturin avgjørdur við einum »tie-break«-setti, har leikt verður til 7, tó til minst tvey stig eru á muni.