Yngsti landsstýrismaður nakrantíð fyllir 30 í dag

Í dag fyllir Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, 30 ár

Hann trein inn á politiska pallin í februar í 2019, tá hann fekk fast sæti sum varamaður fyri Honnu Jensen, ið tók við sum landsstýriskvinna, eftir at Rigmor Dam hevði lagt frá sær.

Bjarni Kárason Petersen var tá 24 ára gamal.

Á løgtingsvalinum 31. august í 2019 varð hann valdur sum fyrst valdi tingmaður hjá Framsókn við 280 persónligum atkvøðum – framman fyri formanni, Poul Michelsen, sum fekk 271 persónligar atkvøður.

Á løgtingsvalinum 8. desember í 2022 var Bjarni Kárason Petersen afturvaldur sum tingmaður fyri Framsókn við 355 persónligum atkøðum. Tá var Ruth Vang fyrstvald fyri Framsókn við 978 persónligum atkvøðum. Sólvit Nolsø varð valdur sum nummar trý hjá flokkinum við 249 persónligum atkvøðum.

Bjarni Kárason Petersen er yngsta fólk, sum hevur sitið í landsstýrinum. Hann var 28 ár, 4 mánaðir og 8 dagar gamal, tá hann gjørdist landsstýrismaður 22. desember í 2022. 

Metið undan honum hevði Ann Liss Bjarkhamar, sum var 28 ár, 4 mánaðir og 16 dagar, tá hon tók við sum landsstýriskvinna 6. juni í 2003.

Tríggir aðrir menn hava sitið í landsstýrinum, sum hava verið yngri enn 30 ár. 

Tá Atli Dam skipaði sítt triðja landsstýrið 11. januar í 1978 vóru Heðin Klein og Hergeir Nielsen valdir til landsstýrismenn fyri Tjóðveldisflokkin. Heðin Kelin var 28 ára gamal, og Hergeir Nielsen var 29 ára gamal.

Tá Jørgen Niclasen tók við sum landsstýrismaður eftir John Petersen í desember í 1998 var hann 29 ára gamal. Teir tríggir hava eisini fylt 30 ár, meðan teir vóru landsstýrismenn. Tað megnaði Ann Liss Bjarkhamar ikki, tí hon varð koyrd frá sum landsstýriskvinna árið eftir, og tá var hon 29 ára gomul.