Ynskiligt við betri kørmum

ÍSF fyllir í dag, fríggjadagin 4. apríl, 75 ár, og í tí sambandi hava vit sett forsetanum, Petur Elias Petersen, stevnu til eitt prát um tíðina í ÍSF.

Petur Elias Petersen er ÍSF forseti og hevur verið tað seinastu fýra árini. Men sum nevndarlimur í ÍSF eigur hann 19 ár á baki.
- Eg varð valdur í starvsnevndina hjá ÍSF í 1995, og frá 95 fram til 2005 var eg skrivari í starvsnevndini. Tá fór Sverri frá, og eg gjørdist næstformaður, sigur Petur Elias Petersen.
Hvat er so hent í hansara tíð sum ÍSF starvsnevndarlimur.
- Ein stór førleikamenning er farin fram í sersambondunum. Nevndarlimirnir eru nógv meira mentir at sita har, og so hava vit eisini fingið tvey starvsfólk í umsitingina, sum er ein stór hjálp, sigur Petur Elias Petersen.
Hetta merkir, at ÍSF nú hevur eina veruliga fyrisiting í mun til fyrr, tá ein skrivari arbeiddi tvei tímar um dagin.
- Hetta er kanska størsta framstigið innan felagsskapin nakrantíð, tí tað avlastar forsetan so ómetaliga nógv. Nú kann fyrisitingin taka sær av fyrispurningum og øðrum, sum formaðurin annars skuldi taka sær av um kvøldarnar, og tað er ein stór hjálp, sigur Petur Elias Petersen.
Eisini er ein dopingnevnd sett, eins og eitt Ítróttasavn er sett á stovn.
- Annars haldi eg, at størsti munurin er, at sersambondini eru vorðin fleiri og størri, eins og ítrótturin er vaksin, sigur Petur Elias Petersen.

Góður arbeiðsgevari
Sjálvur hevur hann altíð havt stóran áhuga í at verið við har hann kann gera ein mun.
- Eg føli framvegis, at eg kann gera ein mun, og tað er eisini tí, at eg havi verið við í ÍSF í skjótt 20 ár, sigur Petur Elias Petersen.
Hann sigur, at tað ongantíð hevur ligið so væl fyri hjá sær á vøllinum, og tað er helst tí, at hann endaði í nevndini hjá SÍF longu 14 ára gamal.
- Starvið sum ÍSF forseti krevur nógva tíð, sjálvt um fyrisitingin nú avlastar ein heilan deil.
Hetta er sjálvboðið arbeiði, og eg geri nógv burtur úr at halda tað skilt burtur frá mínum dagliga arbeiði. Tað krevur sjálvandi nakað av mínum arbeiðsgevara, og har má eg siga, at han altíð hevur víst stórt forstáilsi fyri ikki bara mínum starvi sum ÍSF forseti, men sanniliga eisini gjørdi tað tey 28 árini, Heðin Mortensen stóð á odda fyri ÍSF, sigur Petur Elias Petersen.
Alt arbeiði innan ÍSF fer fram um kvøldarnar og um vikuskiftið.
- Tað er so ógvuliga gott at hava ein forstandandi arbeiðsgevara, tí tað er neyðugt tá farast skal til ymsar fundir uttanlands, sum vara í ein dag ella tveir, sigur Petur Elias Petersen.
Hann sigur, at tað er hent nógv gott og mennandi hesi árini, hann hevur sitið í starvsnevndini hjá ÍSF.
- Tað allarbesta, sum er hent í mínari tíð í ÍSF er, at vit hava fingið lønt starvfsólk á skrivstovuna, sum kann avlasta meg. Men tað er sjálvandi hent nógv annað positivt í mínari tíð sum limur í starvsnevndini hjá ÍSF, sigur Petur Elias Petersen.

Veddingarpengar
Ein av heilt stóru broytingunum hjá ÍSF var, tá veddingarpengarnir komu.
- Tað, at vit gjørdust ein partur av ágóðanum hjá Danske Spil, og veddingarpengarnir byrjaðu at koma, loysti upp fyri so ógvuliga nógvum. Vit fáa jú meira pening harfrá, enn vit fáa frá landinum, so tað hevur kollossalt at siga, sigur Petur Elias Petersen.
Veddingarpengarnir eru sostatt ein av hornasteinunum undir rakstrinum av ÍSF.
- Tað gav eisini møguleika at seta starvsfólkini á skrivstovuni, men gav eisini rúm fyri ítróttaráðgevunum, sum hava umleið 10 ár á baki nú, sigur Petur Elias Petersen.
Sum aðrar batar nevnir hann, at 30.000 krónur markið er eisini nakað, sum er at fegnast um.
- Tað er so nakað, vit kunnu takka politikarunum fyri, at teir settu eitt mark á 30.000 krónur, sum leiðarar, venjarar og onnur kunnu fáa skattafrítt, sigur Petur Elias Petersen.
- Teir báðir ítróttaráðgevararnir hava til uppgávu at stuðla feløgum og sersambondum í ymsum spurningum, og teir veita sína ráðgbeving úti í feløgunum ella í sersmbondunum, sigur Petur Elias Petersen.
Av øðrum týdningarmiklum, sum er hent seinastu tíðina, nevnir hann Leikmeti.
- Hetta er eitt samstarv millum FK og ÍSF og hevur til endamáls, at skifta pylsur og annað út við sunna frukt. Tað er jú eitt av endamálunum hjá ítróttinum, at hann er heilsusunnur, og tí gevur tað meining at bjóða børnum og ungum møguleikan fyri at fáa heilsusunna frukt heldur enn til dømis pylsur, sigur Petur Elias Petersen.

Betri karmar
ÍSF forsetin er ikki í iva um, at ítrótturin hevur størri týdning, enn fólk geva sær far um í gerandisdegnum.
- Ítrótturin er sosialur, upplýsandi og mennandi. Tað ger tey ungu fólkini tilvitað um, hvussu mann uppførir seg, og tey fáa eina kenslu av samleika. Tað er nakað sunt og mennandi, tey møta upp til, sigur Petur Elias Petersen.
Hann heldur, at tað hevur nógv at siga, tað arbeiðið, sum ítróttaleiðarar og -venjarar gera.
- Ein kanning herfyri vísti, at samfelagsliga virðið av sjálvbodnum arbeiði svarar til 55 milliónir krónur um árið, og eg vildi ynskt, at politikararnir skiltu, hvussu stórt sjálvbodna arbeiðið í veruleikanum er, sigur Petur Elias Petersen.
Hann viðgongur tó, at tað gongur rætta vegin.
- Vit kunnu eitt nú taka Tórshavnar kommunu sum hevur gjørt av, at ítróttahallir og vallir skulu verða ókeypis hjá feløgunum í ár, sigur Petur Elias Petersen.
Hann heldur tó, at okkurt kundi verið betri enn tað er.
- Eitt nú hava vit onga borðtennishøll og tað merkir, at borð skulu trillast aftur og fram og tað merkir, at tann tímin, tú hevur at venja í, knappliga bara gerst40-50 minuttir, tí restin av tíðini fer við at trilla borð, sigur Petur Elias Petersen.
Hann nevnir eisini bogaskjótingina í Havn, sum ongan veruligan vøll hevur til skjótingina.
- Eisini ítróttahallirnar eru ov fáar, tí tað krevur nógv at fáa alt at ganga upp, sigur Petur Elias Petersen.
Annars verður ikki gjørt so nógv burtur úr 75 ára degnum sjálvum.
- Ítróttasavnið hevur latið bók gjørt um seinasta 25 ára skeiðið, og hon verður løgd fram fríggjadagin, og um kvøldið verður ein døgurði fyri innbodnum. Annars hevur stjórnin gjørt av, ikki at brúka meira pening til dagin, tí hann fer jú frá teimum ungu, sigur Petur Elias Petersen.


FAKTA
1979-1990 valdur í nevndina í SÍF
1994-2002 liðleiðari hjá A-landsliðnum hjá monnum
1995-2003 valdur í Róðrarsambandið
1995 valdur í starvsnevndina í ÍSF
1995-2005 skrivari í ÍSF
2005-2010 næstformaður í ÍSF
2010- forseti í ÍSF