Ynskir øllum eini góð og friðsæl jól

- Eg elski friðin, løturnar saman við mínum kæru, og so er løtan í Sandavágs kirkju jólaaftan altíð nakað serstakt, sigur Heidi Prior

 

Hvar heldur tú jól?

 

- Jólaaftan vóru vit heima hjá okkum saman við mínum foreldrum, systir míni og hennara synum. Í dag, jóladag, eru vit boðin til svigarinnuna.

 

Tað sigur Heidi Prior, sum vísir á, at 2. jóladag bjóða foreldur hennara altíð til nátturða heima hjá teimum.

 

Hvat eta tit á jólum?

 

- Jólaaftan eta vit altíð gás frá babba og nógv annað gott.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Eg elski friðin, løturnar saman við mínum kæru, og so er løtan í Sandavágs kirkju jólaaftan altíð nakað serstakt og nakað, eg síggi fram til.

 

Hevur tú eitt jólaynski?

 

- Eg havi helst nógv jólaynskir, men tað, sum eg ynski allar mest, er, at øll kunnu hava eini góð og friðsæl jól, sigur Heidi Prior.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár -

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum