Ynskja meira samstarv

Formaður og fólkatingsumboð Tjóðveldisfloksins siga í tíðindaskrivi, at teir ynskja meira samstarvshugað nýggjár. Hetta stendur í tíðindaskrivi, teir hava sent út í samband við viðmerkingar, sum gjørdar eru til Norðuratlantiska samstarvið á Fólkatingi

Samstarv

Tað undrar leiðsluna í Tjóðveldisflokkinum, at Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, og Anfinn Kallsberg, løgmaður, nú royna at stýra tí, sum Norðuratlantsbólkurin ger á Folkatingi, siga Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen í tíðindaskrivi, teir báðir hava sent út beint fyri nýggjár.

Grundin til tíðindaskrivið er tann, at Jóannes Eidesgaard hevur funnist at grønlendska fólkatingsmanninum, Lars Emil Johansen, tí hesin hevur sagt seg vera fúsan at virka sum talsmaður hjá føroyska tjóðveldisumboðnum í Føroyanevndini á Fólkatingi.

Eisini hevur løgmaður beint eftir fólkatingsvalið sent føroysku fólkatingslimunum bræv, har hann heitir á umboðini um ikki at viðgera mál landsstýrisins vegna á Fólkatingi uttan so, at løgmaður skrivliga hevur boðað teimum frá hesum frammanundan.

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi er samstarv millum báðar grønlendsku fólkatingsmenninar og føroyska tjóðveldisumboðið.

Um endamálið við hesum samstarvi siga Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen, at tað er at samstarva um viðurkenning av tjóðarrættindum hjá føroyingum og grønlendingum og at fáa allar upplýsingar á borðið um hernaðarviðurskifti, búskaparlig viðurskifti og annað, sum higartil hevur verið dult fyri fólkinum í Grønlandi og Føroyum.

Víðari verður sagt í tíðindaskrivinum, at talan er um eina søguliga avtalu, sum fer at verða til frama fyri allar føroyingar og grønlendingar.

?Og ikki bert til frama fyri einstaklingar og ávísar politiska flokkar, leggja teir afturat.

Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen enda tíðindaskrivið við at bjóða løgmanni og Jóannesi Eidesgaard vælkomnum at venda sær til Norðuratlantsbólkin, um ivamál eru.