Yogalærarin: Hendan stuðulsmyndin ferðast runt Facebook

- Og hesi møtti upp í gjárkvøldið, tá ið stuðulstiltakið til frama fyri Praveen Satthi varð hildið.

 

Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um indiska yogalæraran, sum - sum nú er - skal av landinum mánadagin. Tað var upprunaliga freist til í gjár, men løgreglan segði, at hon bíðaði til mánadagin at senda mannin av landinum. 

 

Men síðani tað gjørdist greitt, at yogalærarin ikki sleppur at vera verandi í Føroyum, hava fleiri sakførarar verið í málinum og sum skilst verður tað arbeitt av øllum alvi at finna regul sum siga, at maðurin kann vera verandi í Føroyum. 

Mótmælistiltakið sum var í gjár endaði við einari mynd, sum nú ferðast runt sosialu miðlarnar. 

Í mótmælisskrivið skrivar Allan Dalsgarð, fyriskipari: 

 

- Hetta er ikki ókey. Vit mótmæla staðiliga, at Praveen Satthi móti sínum vilja verður sendur av landinum orsakað av donskum formalitetum - uttan fyrilit fyri risastóra munin hann ger fyri 350 føroyingar hvønn dag. Tað er heldur ikki ókey at dugnaligir og hart arbeiðandi útlendingar ferð eftir ferð verða sendir av landinum, tí føroyskir myndugleikar ikki tora at taka ábyrgd.