Landsliðsbakkurin, Jónas Tór Næs, og hinir føroysku landsliðsspælararnir ynska, at liðskiparin á landsliðnum, Fróði Benjaminsen fær ein góðan enda á sína yrkisleið, sum fótbóltsspælari, og tað skal gerast við nøkrum góðum úrslitum ímóti Ungarn úti, og serliga Rumenia heima, tá stríðsmaðurin, Fróði Benjaminsen fer at spæla sín seinasta landsdyst fyri Føroyar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Jónas Tór Næs, aftaná Lars Olsen hevði hildið tiðindafund og hevði kunngjørt hópin til EM-undankappingardystirnar ímóti Ungarn og Rumenia.
Jónas Tór Næs vil ógvuliga gjarna, at landsliðið kundi endað á sjey stigum ella fleiri. Tað mesta Føroyar hava fingið í einari undankapping er sjey stig. Tað var í HM-undankappingini 2000-2001, tá tveir sigrar vóru vunnir ímóti Luksemborg, og einum javnleiki, sum Øssur Hansen tryggjaði okkum við einum ófatuliga góðum frísparksmáli.