Yvir 1000 fólk fara at lurta eftir Eivør í Tivoli

Tá Eivør fer á pallin í Tivoli leygarkvøldið, verður rættiliga fitt av fólki á konsertini. Kvinna, ið skipar fyri konsertini sigur, at higartil eru 750 atgongumerki seld, umframt at eini 200 gestir eru bodnir av ymiskum fyritøkum.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
Gongur sølan sum higartil, so vænta tey, at eini 200 atgongumerki verða seld afturat.
Eisini eftirveitslan verður væl vitjað longu nú eru 530 fólk teknaði og tey vænta at her verður endaliga talið 6-700.
Hósmorgunin ferð Eivør at luttaka í væl umtóktu morgun sendingini hjá TV2 í Danmark Go Morgen Danmark, hetta kann seta veruligt skump í søluna av atgongumerkjum.