Yvir 2.000 biðja um hjálp um árið

– Men tey hava ikki nóg mikið av pengum til at hjáloa øllum teimum, sum biðja um hjálp

Nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur felagskapurin, Berin, eina inniliga áheitan á Løgtingið. Berin er ein felagsskapur, sum hjálpir børnum og ungum, sum hava álvarliga sjúk foreldur ella systkin, ella sum hava mist foreldur ella systkin. Tey hjálpa eisini foreldrum, sum hava mist eitt barn og tað gera tey við sálarfrøðiligari hjálp, samrøðubólkum, og øðrum.

 

Berin hevur eina játtan upp á 1,4 millión, men nú heita tey á Løgtingið um at hækka játtanina 400.000 krónur, ella upp í 1,8 milliónir.  Berin sigur, at tað er stórur tørvur á tilboðunum, tey hava og tey fáa alsamt fleiri áheitanir um hjálp men endamálið hjá teimum at fáa virksemið í eina fasta legu, so at tey framhaldandi fáa veitt hesa hjálpina, sum annars er ókeypis hjá teimum, sum fáa hjálp.

 

Berin fyri yvir 2.000 áheitanir um árið, men játtaninrøkkur ikki til at hjálpa øllum. Gransking vísur at tílíkt arbeiði kann fyribyrgja sálarligar og sosialar trupulleikar seinni í lívinum, sigur Berin í umbønini til Løgtingið.