Yvir 70% var ungfiskur

Tá eftirlitsfólk hjá Fiskiveiðieftirlitinum herfyri vóru í Eysturoynni og kannaðu lastir hjá partrolarum fyri ungfisk, fingu tey prógv um, at fleiri enn 70% av veiðini hjá tveimum partrolarum var smáupsi

Fiskiveiðieftirlitið sigur, at skipini høvdu umleið 400.000 pund, harav yvir 70% av veiðini var ungfiskur. Meðallongdin á upsanum var nevniliga 53 cm., og kannaðir vórðu 14.500 fiskar.
Skipini vóru úti í fýra dagar. Hin fyrsta dagin vóru yvir 96% av veiðini ungfiskur, men ikki kann sigast, at skipararnir gjørdu tað stóra fyri at umgangast ungfiskin.
- Vit kundu staðfesta, at skipini høvdu roynt í somu slóg á Munkagrunninum, til vit stongdu økið, sigur Fiskiveiðieftirlitið.

Kanningarúrslit
Fiskiveiðieftirlitið vísir á kanningarúrslitið av øðrum skipinum, sum sá soleiðis út:
Skipið hevði 96.030 kg umborð. Dagur 1 gav 96,38% ungfisk, dagur 2) 71,02%, dagur 3) 74,96% og dagur 4) gav 21,30% ungfisk.
- Taldir vórðu í tilsamans 7.397 fiskar, sum var umleið 10% av lastini. Meðallongdin á upsanum var 53,55 cm., sigur Fiskiveiðieftirlitið á síni heimasíðu.