Talan var um ein bil, sum var óheppin undir eini yvirháling. Tá hann snaraði inn aftur á vegbanan eftir yvirhálingina, rendi hann á eina gravkúgv, sum stóð í høgru síðu á vegnum.
– Bilurin fekk so stóran skaða, at pláturnar vórðu kliptar, men førarin fekk at síggja til ongan skaða, men fór kortini við sjúkrabilinum fyri at vera á tryggu síðuni, sigur vakthavandi á politistøðini.
Løgreglan gjørdi eisini málrættað átak í Leirvík at kanna bilførarar fyri rúsdrekkakoyring. Fleiri bilførarar vórðu kannaðir, men eingin teirra var ávirkaður.
Men ein bilførari varð kortini skuldsettur fyri at tosa í fartelefon meðan hann koyrdi, og tað kostar eitt klipp í koyrikortið.