Yvirlæknarnir vilja hava stjórastarvið tikið aftur

Starvið sum sjúkrasystrastjóri á Landssjúkrahúsinum skal takast aftur. Tað er treytin fyri at serlæknarnir taka samráðingarnar um leiðsluna á teimum ymsu deildunum á Landssjúkrahúsinum, uppaftur

?Nú fer tað at taka minst eitt, kanska tvey ár, áðrenn ein nýggj leiðsla kann setast í verk á Landssjúkrahúsinum.

Jóhan Petur Davidsen, formaður í serlæknafelag Føroya er rættiliga dapurskygdur um støðuna á Landssjúkrahúsinum eftir gongdina hesar seinastu dagarnar.

Fyrst var Jákup Mørkøre sagdur upp.

Og síðani endaði ein fundur ímillum Serlæknafelagið og Helenu Dam á Neystabø um nýggja leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum fullkomiliga úrslitaleysur.

Og alt hetta heldur Jóhan Petur Davidsen var eitt álvarsligt bakkast fyri arbeiðslagið á Landssjúkrahúsinum.

Tí nú er hann vísur í, at tað fara at ganga í hvussu so er eitt, kanska tvey ár, áðrenn vit fáa skipað viðurskiftið á Landsjúkrahúsinum.


Ein marra

Ósemjan ímillum sjúkrasystrarnar og læknarnar um, hvør skal hava ovastu leiðsluna á Landssjúkrahúsinum hevur í nógv ár riðið okkara høvuðssjúkrahúsi sum ein marra og enn hevur ongin politikari megnað at loyst knútin.

Serlæknarnir vilja onki annað góðtaka enn eina einstreingjaða leiðslu, har eitt einsmalt fólk hevur endaligu ábyrgdina, ikki minst niðri á deildunum sjálvum, ahr tað dagliga arbeiðið fer fram.

Teir halda nevniliga, at tað er heilt avgerandi, at tað ber til at leggja endaligu ábyrgdina hjá einum einsamøllum leiðara, tí annars verða viðurskiftini ikki nóg greið.

Og ábyrgdina sum ovastu leiðari halda teir, at ein lækni hevur bestu fortreytirnar at røkja.

Hinvegin vilja sjúkrasystrarnar onki góðtaka uttan eina tvístreingjaða leiðslu, har ein sjúkrasystir skal vera í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknan og tey skulu so hava ábyrgdina í felag, eisini niðri á deildunum.

Tí tær siga, at tað ber væl til at býta ovastu leiðsluna sundur, um samstarvsvilji er til staðar, so at sjúkrasystirin fær ábyrgdina av røktini og læknin ábyrgdina av viðgerðini, tí tað eru heilt hvør síni arbeiðsøki.

Og eftir eitt politiskt talv í nógv ár, endaði tað við, at Helena Dam á Neystabø skar ígjøgnum og gjørdi av, at tað skuldi vera ein tvístreingjað leiðsla ovast á Landssjúkrahúsinum.

Hendan ovasta leiðslan skuldi síðani stinga út í kortið, hvussu leiðslan skuldi skipast longur niðri á teimum ymsu deildunum.


Álitiskreppa

Men serlæknarnir vilja ikki taka lut í hesum arbeiðnum. Og teir hava blokerað fyri lýsingini eftir læknastjóra og tí hevur tað ikki borið til so mikið sum at lýsa eftir honum enn.

Hinvegin varð søkt eftir sjúkrasystrastjóra. Hann er nú settur og tekur við starvinum 1. apríl.

Síðani hevur málið ligið mestsum í dvala. Líka inntil nú týsdagin, tá ið fundur var aftur ímillum serlæknarnar og landsstýrismannin í almanna og heilsumálum um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.

Á hesum fundinum endurtóku serlæknarnir, at teir fara ikki at taka lut í leiðsluni, sum ætlanin nú er at seta í verk

Og í einum brævi, sum teir handaðu Helenu Dam á Neystabø siga serlæknarnir, at teir dylja ikki fyri, at í løtuni fyriliggur ein álitiskreppa, sum kann fáa álvarsligar fylgir fyri samskiftið millum serlæknarnir og tann politisk-fyrisitingarliga myndugleikan.

? Í hvønn mun, og hvussu, hetta samskiftið skal fara fram, verður støða tikin til í hvørjum einstøkum føri, siga teir Teir boða eisini frá, at læknarnir hava samtykt at seta á stovn eitt yvirlæknaráð

Og sum støðan er skulu allar áheitanir og fyrispurningar frá fyrisitingarliga myndugleikanum til yvirlæknarstílast til yvirlæknaráðið,

Fyribils er tað Jóhan Petur Davidsen sjálvur, sum umboðar ráðið.


Stjórastarvið skal takast aftur

Formaðurin í serlæknaráðnum vil ikki útgreinað, akkurát, hvussu orðaljóðið í brævinum skal skiljast.

Men hann dylir ikki, at hann er dapurskugdur um gongdina.

Nú er leiðarin á Landssjúkrahúsinum sagdur upp og tað fer at taka einum nýggjum leiðara minst eitt, ella kanska tvey ár, at arbeiða seg ígjøgnum alt málið, og at seta seg inn í øll viðurskiftini, so at vit kunnu koma víðari.

Jóhan Petur Davidsen hevur ikki nógv gott at bera tí bygnaði, sum Helena Dam á Neystabø hevur sett í verk.

? Hetta er einki uttan ein politisk neyðloysn, sum bara er eitt óneyðugt og nógv dýrkandi millumlið.

?Tað, sum vit veruliga hava brúk fyri, er at skipa ein greiðan leiðslubygnað niðri á sjálvum deildunum. men tað fyriliggur ikki eitt orð um tað enn.

Serlæknarnir siga, at teir eru sinnaðir at taka upp samráðingar við almanna- og heilsumálastýrið um, hvussu leiðslan niðri á deildunum skal skipast.

? Men treytin er, at setanin av sjúkrasystrastjóranum verður tikin aftur, sigur Jóhan Petur Davidsen.