YVIRLIT: 53 ára gamal breti handtikin fyri at koyra á fólk í Liverpool

Hátíðarhaldið av sigrinum hjá Liverpool í Premier League endaði brádliga eftir at ein bilur koyrdi í mannamúvu, har næstan 50 fólk fingu skaða.

Ein gráur stationvognur við einum 53 ára gomlum manni aftan fyri róðrið koyrdi inn í eina mannamúgvu av áskoðarum undir sigursskrúðgonguni hjá fótbóltsfelagnum Liverpool mánakvøldið. - Mynd: Jon Super/Ritzau Scanpix

Tíggjutúsundtals fótbóltsfjepparar vóru í miðbýnum í Liverpool í gjárkvøldið, tá ein bilur rendi í mannamúgvu undir sigursskrúðgonguni hjá Liverpool eftir at hava vunnið Premier League í enska býnum.

Her er tað, sum vit vita higartil um málið:

* Mánakvøldið stutt eftir kl. 18 koyrdi ein gráur stationvognur inn í eina mannamúgvu á Water Street í miðbýnum í Liverpool.

* Samanstoyturin hendi undir sigursskrúðgonguni hjá Liverpool, eftir at fótbóltsfelagið hevði vunnið Premier League.

* Upp til 50 fólk fingu skaða í vanlukkuni.

* 27 fólk - teirra millum fýra børn - vórðu flutt á sjúkrahús. Eitt barn og ein vaksin hava fingið lívshættisligan skaða, upplýsa myndugleikarnir.

* Tað eru tó fýra fólk, sum eru "sera, sera illa fyri", segði borgarstjórin í Liverpool, Steve Rotheram, við BBC í morgun.

* 20 fólk fingu viðgerð á staðnum.

* Í løtuni eru eingi deyðsføll í sambandi við samanstoytin.

* Ein 53 ára gamal hvítur bretskur maður úr Liverpool-økinum er handtikin og undir illgruna fyri at hava koyrt bilin, sum rakti mannamúgvuna.

* Løgreglan metir, at talan er um eina einstaka hending, og at illgruni er um, at gerningsmaðurin handlaði einsamallur. Einki bendir á, at talan var um yvirgangsatsókn, hevur løgreglan áður lagt dent á.

* Enn eru ongar upplýsingar um motivið fyri ákoyringini. Tað er heldur óvist, um talan kann vera um óhapp.

* Sambært borgarstjóranum Steve Rotheram var gøtan, har samanstoyturin hendi, stongd fyri ferðslu. Kannað verður, hvussu ein bilur kundi koyra inn á gøtuna við lutfalsliga nógvari ferð.

* Hann koyrdi inn í mannamúgvuna umleið tíggju minuttir eftir, at leikarabussurin hjá Liverpool fór framvið staðnum, siga eygnavitni.

Kelda: Tíðindatíðindastovan, BBC.

 

/Ritzau/

 

Ein gráur stationvognur við einum 53 ára gomlum manni aftan fyri róðrið koyrdi inn í eina mannamúgvu av áskoðarum undir sigursskrúðgonguni hjá fótbóltsfelagnum Liverpool mánakvøldið. - Mynd: Jon Super/Ritzau Scanpix