Yvirmennirnir hjá B36 úti av Champions League

Sparta Prag møtir nú Genk um sess í Champions League-bólkaspælinum

Georgiska liðið Torpedo Kuitaisi, ið sendi B36 úr Champions League kappingini, er nú eisini úti av kappingini. Í øðrum undanumfarið skuldið Torpedo Kuitaisi møta Sparta Prag, og eftir teir dystirnar eru avgreiddir, er tað greitt, at tað er kekkiska liðið, sum er víðari til triðja undanumfarð í Champions League.

Fyrra dystin ímóti georgiska liðnum vann Sparta Prag 3-0 á heimavølli, og fyrradagin vunnu kekkarnir 2-1 í Georgia, so kekkiska meistaraliðið er víðari við einum 5-1 samanløgdum sigri.

Sparta Prag skal nú møta belgisku meistarunum Genk um ein sess í Champions League- bólkaspælinum.