Hósdagin var álitið frá Endurskoðararnevndini til viðgerðar í tinginum. Umframt at taka íløgustuðulin burtur var eisini lagdur fram skipapakki upp á 800 milliónir, har landskassin skal inn við uml. 300 milliónum krónum. Hesin skipapakkin er tað, Endurskoðanarnevndin metir, er íløgutørvurin í nýggj skip.
Trupulleikin í fiskivinnuni er fyri mær tvídeildur. Annar er at fáa fortan og vinnuna sum heild, og hin - sum er minst líka umráðandi - er at fáa lønsemi í vinnuna.
Hesir báðir trupulleikar hanga neyvt saman, fornýggjan av flotanum er ómøgulig, uttan lønsemi.
Fortreytirnar
Í álitinum sigur Endurskoðaranevndin, at fyri at fáa lønsemi í vinnuna eru fortreytirnar, at arbeiðsmarknaðurin lækkar sínar útreiðslur, at vinnan gerst so liberal sum gjørligt, at myndugleikarnir eru við til at lækka útreiðslustøðið, t.d. við eini FAS-líknandi skipan og at t.d. íløgustuðul verður veittur.
Summir siga, at fiskivinnan klárar seg ikki uttan stuðul úr landskassanum. Veruleikin er, at umframt alt tað, fiskiflotin leggur eftir seg á landi, so rinda føroyskir fiskimenn yvir 200 mió. kr. í skatti, og bert partur av hesum verður latin úr aftur landskassanum til minstuløn og annan stuðul.
Fingrarnar burt
Landskassin nýtist ikki at geva vinnuni nakrar stuðul, um landskassin letur vera við at taka frá vinnuni, og eg spyrji, hví taka inn við høgru og geva út aftur við vinstru hond.
Nei, latið okkum halda fingrarnar burt, latið fiskimenn fáa nettoløn, so verður vinnan lønsom uttan stuðul. Tí er mítt greiða tilmæli, at vit beinanvegin fara í gongd við eina FAS-líknandi skipan fyri fiskiflotan.
Lógin um íløgustuðul fer úr gildi komandi ár og tí eru 40 mió. kr. á fíggjarlógaruppskotinum, vit skulu gera nýggja lóggávu við. Vit eiga at hava lært av undanfarnum tíðum, har vit hava kvett á stokkinum við katastrofalum avleiðingum. Vit síggja hvussu raksturin hjá ymsu skipabólkunum er í hesum áliti og tað er púra greitt, at verður íløgustuðulin riktur burtur við eitt brak í mars komandi, so kemur eitt enn størri brak í kjalarvørrinum.
Íløgustuðulin
avtrappast
Teir flestu eru samdir um, at hesin stuðul skal burtur, men tað má saman við øðrum tiltøkum henda so líðandi, tí er neyðugt at avtrappa íløgustuðulin yvir 2 til 3 ár.
Tað er eingin ivi um, at vit noyðast at fara undir eina fornýgging av fiskiflotanum sum skjótast, men lykilin og svarið er lønsemi. Fáa vit ikki yvirskot í fiskiflotan, er allur mettur íløgutørvur virðisleysur, tí íløgurnar verða heilt einfalt ikki gjørdar.
Latið okkum brúka hetta álitið sum karm, og latið okkum brúka orku uppá at fáa yvirskot í vinnuna soleiðis at hon sjálv klárar at fornýggja seg. Tað má verða málið.
Jørgen Niclasen