Yvirskriftir, sum elva til øsing og ótryggleika

Eg havi varhugan av, at tað eru nógv fólk kring landið, sum hava heft seg við, at Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í tíðindunum á døgurða fríggjadagin, nevndi eitt akut sjúkrahús á meginøkinum í framtíðini og tað hevur elvt til ótryggleika kring landið; serliga í útjaðaranum!

Fyri meg sum landsstýriskvinnu í heilsumálum hevur tað týdning at gera greitt, at tað er einki hald í úttalilsinum hjá Ruth Vang um eitt akut sjúkrahús á meginøkinum, so leingi Javnaðarflokkinum er partur av samgonguni.

 

Ruth Vang sigur gott nokk eisini í innslagnum, at semja er ikki í landsstýrinum um ítøkiligu átøkini, sum hon nevnir og at tey standa fyri hennara egnu rokning, men tað kom fram seinast í innslagnum og tá vóru nógv longu givin at lurta, tí yvirskriftin um eitt akut sjúkrahús á meginøkinum stóð eftir.

 

Í Heilsumálaráðnum arbeiða vit við at orða ein heilsupolitik fyri Føroyar og eftir ætlan verður aðalorðaskiftð um heilsupolitikkin tíðliga í komandi tingsetu.

 

Sjúkrahúsverkið er partur av arbeiðnum við heilsupolitikkinum og í heilsupolitikkinum verða langtíðarætlanir við ítøkiligum málum og visjónum lagdar fyri tey trý sjúkrahúsini sum eina eind á trimum ymiskum matriklum og sjúkrahúsleiðslan er við í arbeiðnum.

 

Tað fara framhaldandi at vera akut funktiónir á øllum trimum sjúkrahúsunum.

 

Vit hava ein politiskan fylgibólk við umboðum úr øllum flokkum, sum fylgir arbeiðnum at orða heilsupolitikkin.

 

Arbeiðið hevur gingið væl og eg vóni ikki, at úttalilsini hjá Ruth Vang fara at ávirka konstruktiva arbeiðið tann skeiva vegin.