Yvirtíðin avgjørdi alt

Eftir hálvanannan tíma stóð tað á jøvnum í uppgerðini millum felagsliðini í bestu deildini. Javnleikur kundi hvørgin partur tó brúka til nakað, og í yvirtíðini fekk EB/Streymur avgerandi málið

VB/Sumba – EB/Streymur 1-2 (1-0)


Setningurin hjá VB/Sumba var greiður. Teir skuldu hava stig, helst fleiri, burtur úr sunnudagsins dysti. Eisini hóast mótstøðuliðið at EB/Streymur. Og felagsliðið úr Suðuroynni hevði eisini fleiri stig í hondini til tað restaðu tíggju minuttir. Tá javnaði Símun Eliasen, og suðuroyingar høvdu bara eitt stig eftir. Men í yvirtíðini mistu teir eisini hetta, tá Arnbjørn Hansen skoraði, og so stóð VB/Sumba eftir við ongum, meðan EB/Streymur fór við øllum.

Samanumtikið var tað heldur einki galið í, at EB/Streymur vann dystin. Teir høvdu bóltin mest, flest kjansir og vóru eisini betra liðið, hóast VB/Sumba var á odda meginpartin av dystinum.


Góða gongdin brotin

Gongdin seinastu dystirnar fyri summarsteðgin hevði verið góð hjá VB/Sumba. Fýra teir síðstu dystirnir høvdu allir givið stig, og av seks teimum seinastu dystunum hevði VB/Sumba bara tapt ein.

Og heimaliðið fekk eisini ein lovandi byrjan í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Tá stívliga eitt korter var farið, legði Jón Krosslá Poulsen heimaliðið á odda, tá hann skamt uttanfyri brotsteigin setti bóltin hart og flatt í málið dygst við handara stong. Málið gav monnum trúnna upp á, at tað bar til. Eisini hóast teir eftir hetta vórðu pressaðir nakrar metrar aftur á vøllin, og vóru undir støðugum trýsti tað, sum eftir var av dystinum.


Fýra ferðir í netið

Eftir málið handlaði EB/Streymur skjótt. Venjarin sendi eitt greitt tekin um, at hetta bar ikki til og skifti hann nýggja miðvallarleikaran Zsolt Szekeres út við Hanus Eliasen. Við hesari útskifting broyttu teir eisini skipanina frá at vera eina 4-5-1 til eina reina 4-4-2 við Sorin Anghel og Karoly Potekin fremst. Hetta vísti seg at rigga nakað væl betur, og koyrdi spælið hjá EB/Streymi eisini rættiliga væl eftir hetta.

Teir skaptu sær eina rúgvu av kjansum, fleiri hálvar og nógvar heilar, men inn vildi bólturin ikki. Upp um og framvið og so einaferð á tvørtræið. Og tá bólturin so endiliga fór í málið, so vóru tey av røttum kolldømd. Fyrst fekk Ronnie Samuelsen bóltin í netið, og síðani Karoly Potekin, men báðar ferðir høvdu teir runnið seg í rangstøðu.


Hepni skuldi til

Tá tað restaðu bara tíggju minuttir var VB/Sumba framvegis á odda. Men trýstið á Vlada Filipovic var øgiligt og hevði málverjin hjá VB/Sumba staðið ein megnar dyst, har hann hevði vart fyri mangari naskari málroynd. Hesa seinastu løtuna stóðu áskoðararnir sum á nálum. Heimaáskoðararnir í vónini um at fáa trý kærkomin stig á kontoina, og teir vitjandi í vónini um at fáa eitt mál og helst tvey.

Tá tað hvørki spurdist nakað burtur úr vandamiklum skotum úti frá ella gjøgnumspældum álopum, var tað ironiskt nokk eitt rættiliga heppið mál, sum setti gongd á hjá EB/Streymi.

Símun Eliasen var komin framvið í álop, og úr vinstru sendi hann nakað sum minti um eitt innlegg innfyri. Bólturin fann tó ongan liðfelaga men fór beina kós í mál, har málverji og verja bara kundu hyggja spyrjandi upp á hvønn annan.

Í yvirtíðini var málið hjá EB/Streymi minni heppið, men meiri gjøgnumspælt. Hans Pauli Samuelsen spældi innskifta Arnbjørn Hansen leysan, og einsamallur við málverjanum sveik hann ikki.

Soleiðis misti VB/Sumba alt sum missast kundi seinastu minuttirnar. Fyrst tey trý stigini og síðani tað eina, sum teir høvdu í yvirtíðini. EB/Streymur gjørdi hinvegin tað, sum kravt var av teimum frammanundan, um teir ynsktu at fylgja hinum báðum liðunum framman fyri seg. 


Bóltar:

VB/Sumba 2

EB/Streymur 4