Yvirtøka av fólkakirkjuni

Tað hevur mangan verið ført fram bæði av lands- og kommunupolitikkarum, at flyta stovnar, ið eru í Havn, út á bygdir tí, teir eins væl kunnu vera onkra aðrastaðni sum í Havn.

Hesum havi eg sum kommunupolitikkari altíð verið ímóti, við tí frágreiðing, at tað er heilt natúrligt, at umsitingin er í Havn. Havnin er ikki einans býurin hjá havnarfólki. Havnin er høvuðsstaðurin hjá okkum øllum.

Men at fara at niðurleggja fleiri stovnar, sum eru úti um landið og hava verið í 100 ár, (her verður hugsað um posthúsini) fyri at spara eina millión, og samtíðis í ramasta álvara skula yvirtaka fólkakirkjuna, sum vit vita kemur at kosta fleiri milliónir, tað er ikki lætt at skilja. Teir prestar, sum rópa upp í dag um at fáa kirkjuna á føroyskar hendur, teir eru í ferð við at grava sína egnu grøv. Tað verða ikki at ganga nógv ár, frá tí kirkjan er yvirtikin, til hon verður stongd, av tí einføldu orsøk, at tað verða ikki pengar at halda sær opnar.

Hvør tá skal verða syndabukkur er ilt at ímynda sær, helst danir, teir eru vanir við slíkt. Vit mugu vóna, at tjóveldið ikki fær fleirtal í Tinginum fyri hesum ørskapi, og at eingin javnaðartinglimur tekur undir við hesi ábyrgdarleysu ætlan.


Palli Dalsgaard