Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?
- Eg haldi nýggjár í Grønlandi umborð á M/tr Nataarnaq norðuri á 70 stigum við Diskooynna. Eg starvist sum kokkur umborð. Vit eta ein góðan døgurða í kvøld. Her verður mouskusoksatjógv á menu'ini og ísur og kransakøka omaná.
Tað sigur Joen Peter Petersen, kendi kokkurin úr Skálavík.
- Vit møtast eisini á brúnni á midnátt at ynskja hvørjum øðrum gott nýggjár. Hvør veit, um ikki okkurt verður skotið - hvat tað so verður, leggur hann aftrat.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022?
- Størsta upplivingin var, at eg fór umborð á nýggja trolaran í januar í ár, og tað hevur gingið avbera væl at fiska. Vit hava nevniliga rundað tey 10.000 tonsini av rækjum. Hetta kann man kalla eitt stórt upplivilsi, heldur kokkurin fyri.
Hvat var tað keðiligasta í 2022?
- Tað keðiligasta var, at Ruth Vang ikki helt orð.
##med2##
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?
- Eg havi so sum góðar vónir. Fyri okkara lið - B71 - vænti eg, at tað fer at lukkast í ár. Eg hopi eisini, at kríggið, sum vit hava snakkað um næstan hvønn dag í fleiri mánaðir, fær ein enda so skjótt sum gjørligt. Hetta er ræðuligt at hoyra um. Eg havi bestu vónir og ynskir fyri alt og øll, tí vónina mugu vit ikki missa.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Stutt og einfalt - minus 30 kilo og pluss 30 km. Veit ikki, um tað er nakað lyfti, men eg fari at royna, sigur Joen Peter Petersen, kokkur umborð á grønlendska rækjutrolaranum, Nataarnaq.
At enda vil hann ynskja familju, vinum og avloysararum heima eitt eydnuberandi nýggjár.