Zabian Zoul, bólkurin við teimum báðum 15 ára gomlu Charlotte og Ercan, ið Eyðfinn Jensen úr Havn hevur hjálpt við tónleikinum, vann ikki barna- og ungdóms Grand Prix kappingina í DR1 leygarkvøldið.
? Zabian Zoul komu tíverri ikki víðari millum fimm tey bestu, sigur Eyðfinn Jensen. Tann, ið vann kappingina var Sisse, og sleppur hon at hita upp til veruligu altjóða Melodi Grand Prix, sum verður í ítróttarparkini hin 12. mai.
? Men tað var eitt stórt upplivilsi at vera við, sigur Eyðfinn. Hann heldur, at tað kundi kanska gingið eitt sindur betur á pallinum, tí tey høvdu trupulleikar at hoyra seg sjálvi, og nervarnir gjørdu eisini eitt sindur um seg, sigur hann, men leggur kortini afturat, at hetta helst var galdandi fyri tey flestu.
? Vit vóru sjálvandi skuffað, tá vit fingu boðini, at vit ikki komu víðari, men tað gekk skjótt yvir. Vit hava alla tíðina vitað, at tað kundi fara at ganga so, sigur Eyðfinn Jensen.
Hann leggur tó afturat, at tey við hesum hava fingið nógvar royndir, tey hava møtt nógvum spennandi fólkum, og í tí frálíka ballinum aftan á kappingina komu fleiri av dómarunum og »stjørnunum« til teirra og róstu Zabian Zoul fyri avrikið.
? Zabian Zoul fer avgjørt at halda á fram, so væntandi hoyrist okkurt aftur frá teimum innan leingi, sigur Eyðfinn Jensen.
Tey, ið vilja frætta meira um kappingina kunnu hyggja á heimasíðuna hjá Danmarks Radio:http://esc2001.dr.dk/doc_209.html, www.dr.dk/oline/grandprix/, esc2001.dr.dk/doc_6049.html