Zelenskyj í Moldova til evropeiskan toppfund

- Toppfundurin er eitt stig á leiðini hjá Moldova fram til limaskap í ES, siga myndugleikarnir í landinum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er komin til grannalandið hjá Ukraina, Moldova, har hann skal luttaka á evropeiskum toppfundi í býnum, Bulboaca.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga fyrrapartin.

 

Toppfundurin verður hildin á einum vínslotti, umleið 35 kilometrar uttanfyri høvuðsstaðin í Moldova, Chisinau.

 

Her fara toppleiðarar úr 27 ES-londum at hittast. Hetta verður annar fundurin innan rammurnar av tí, sum rópt verður The European Political Community.

 

Á fundinum fara umboðini at umrøða trygdarspurningar og dagsaktuell viðurskifti.

 

Ivi var um, hvørt Volodymyr Zelenskyj fór at koma til Moldova, tí eingin hevði váttað tíðindini.

 

Tá Volodymyr Zelenskyj kom til landið, segði hann, at Ukraina er til reiðar til limaskap í verjusamgonguni, Nato. Hann segði, at landið nú bíðar eftir, at Nato er til reiðar.

 

Ráðstevnan millum londini í ES, sum nú er í Moldova, er størsta tiltak av sínum slag, sum landið nakrantíð hevur skipað fyri. 

 

- Toppfundurin er eitt stig á leiðini fram til limaskap í ES, siga myndugleikarnir í Moldova. Landið fekk annars status sum umsøkjaraland til ES-limaskap í juni í 2022.