- Hann er bara úti eftir at gera sær dælt av friðarynskinum hjá amerikanska forsetanum, men eg trúgvi ikki, at nøkur russisk manipulering fer at eydnast longur. Putin fer at halda fram at kríggjast og royna at lumpa heimsins leiðarar.
Hetta segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í dag, samstundis sum hann ávaraði um møguligar friðaravtalur millum USA og Russland aftanfyri ryggin av Evropa og Ukraina.
Vladimir Putin hevur róst Donald Trump og sagt, at hann er til reiðar at tosa við nýggja forsetan. Putin kallaði Trump ein "smartan" leiðara, sum kanska kundi havt byrgt uppfyri krígum millum Russland og Ukraina.
Russiski forsetin hevur einki sagt um, nær slíkar samrøðu kunnu verða, og í Kreml hava tey sagt, at tey bíða eftir "signalum" úr USA. Kreml hevur eisini sagt, at tey fyrst vilja vita, hvat útgangsstøðið fyri møguligum samráðingum verður.