Zelenskyj: Russland leypir framvegis á Ukraina

- Russiski forsetin eigur at steðga "óneyðugum krøvum", sum leingja kríggið, sigur ukrainski forsetin í dag

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í dag latið ES-leiðarar vita, at Russland framvegis leypir á orkuskipanir í Ukraina.

 

Hetta hendir, sigur hann sambært Reuters, hóast Russland og USA samdust um at steðga álopunum á orkuverk hjá hvørjum øðrum.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur eisini sambært AFP, at russiski forsetin, Vladimir Putin, eigur at steðga "óneyðugum krøvum", sum leingja kríggið.

 

Tað er á fundi í Evroparáðnum, har øll 27 limalondini vóru umboðað, at Volodymyr Zelenskyj hevur hildið røðu.

 

Allir ES-leiðarar uttan forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, tóku undir við einari yvirlýsing um framhaldandi at stuðla Ukaina, veit Reuters at siga.

 

Í dag er ukrainski forsetin eisini á vitjan í Noreg, har hann og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hava havt felags tíðindafund.

 

- Eg hitti teg í Kyiv fyri fáum vikum síðan og í London herfyri, so vit hava tætt samband.

 

Og so legði norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, aftrat:

 

- Eg vil gjarna endurtaka við stuðli frá allari politisku skipanini í Noregi, at tú bergtekur okkum - við tínari leiðslu, úthaldni og áhaldandi stríði fyri ukrainskum frælsi.